Jólakalendararenningin hjá Bragdinum er av á hesum sinni og íalt 9 kláraðu at renna ella ganga antin fullan, hálvan ella kvartan kalendara https://b.fo #renning #bragdið
Jólakalendararenning við Bragdinum - b.fo

Collaborative running calendar

Spent at renna og ganga gjøgnum Sandoyartunnilin í morgun #sandoyartunnilin #renning #Bragdið
Higartil hava 1686 teknað seg til tunnilsrenning hósdagin 😮 #tunnil #renning #sandoy #sandoyartunnilin https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2382178/startlist
Atgongumerki.fo

Tað er ikki ov seint at luttaka í jólakalendararenningini hjá Bragdinum. Renn ella gang 24 ferðir fram til 24. desember og lat upp lúkuna, sum svarar til teinin í kilometrum. Vel millum fullan (300 km), hálvan (150 km) og kvartan (75 km) kalendara. Til ber at lata fleiri lúkur upp um dagin.

https://b.fo #renning #Bragdið

Jólakalendararenning við Bragdinum - b.fo

Collaborative running calendar

Hósdagin 21.desember letur Sandoyartunnilin upp og kl 12 verður møguligt at ganga ella renna ígjøgnum tunnilin.

Bragdið og B71 eru saman um hetta tiltakið og bjóða drekkamunn í ítróttarhøllini aftaná renningina.

Fram til 5. desember (í kvøld!) ber til at keypa eina blusu til minnis um dagin.

Tekna teg á
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2382178/order/info

#renning #sandoyartunnilin

Atgongumerki.fo

Soleiðis kanst tú finna tíni lið og fylgja við, hvussu gongur hjá rennarunum og nær skal gerast klárt at skifta. Úrslitasíðan er tøk á https://my.raceresult.com/257114/ #FaroeExpressStafettin #FES23 #renning #Bragdið #RaceResult
Faroe Express Stafettin 2023, 2023-08-26 : : my.race|result

Faroe Express Stafettin 2023, 2023-08-26,

392 lið (við 3 á hvørjum liði) hava teknað seg til Faroe Express Stafettina nú leygardagin kl 16. 1.176 rennarar og gongufólk. Sí luttakaralista á https://my.raceresult.com/257114/, har tað eisini ber til at fylgja við meðan tiltakið er. #renning #Bragdið
Faroe Express Stafettin 2023, 2023-08-26 : : my.race|result

Faroe Express Stafettin 2023, 2023-08-26,

Hetta verður sirka rutan á Backyard Ultra í Havnardali 30. september #renning #VíðgongdRenning #BackyardUltra - tó at har mangla eftir øllum at døma 150 metrar…
Ikki ordiliga alment enn, men fyrsta føroyska backyard ultra renningin verður leygardagin 30. september 2023 í Havnardali. Bragdið skipar fyri. Sí https://backyardultra.com/races/havnardalur-backyard-ultra/ #renning #lendisrenning
Havnardalur Backyard Ultra | Backyard Ultra

Í dag kl 18 er ólavsøkurenningin á Skálatrøð við 240 luttakarum, og hjá okkum í @flowcore verður spennandi at síggja, hvussu nýggja RaceResult tíðtakingarskipanin hjá Bragdinum skikkar sær.

Til ber at fylgja við millumtíðum og síggja forsagnir meðan runnið verður á https://my.raceresult.com/254255/live

#Hugskotið #Bragdið #renning

Ólavsøkurenningin 2023, 27/07/2023 : : my.race|result

Ólavsøkurenningin 2023, 27/07/2023, Torshavn